15-05-2013 00:26

Bankarnir lækka rentuna

Rentan á sethúsalánum í stóru bankanum lækkar eitt í næstum.
Mynd: Savnsmynd

Rentan á sethúsalánum lækkar 0,2 prosentstig, niður í 5,5 prosent

Sigmar Bláberg  /  Johnsigurd Johannesen | 5. jul kl. 09:48 | Dagf. 5. jul kl. 09:54

Báðir teir stóru bankarnir, BankNordik og Eik, fara at lækka rentuna á lánum til sethús.

Báðir boða frá, at rentan lækkar við 0,2 prosentstigum, úr 5,7 prosentum, niður í 5,5 prosent. Samstundis lækkar rentan á innlánum hjá privat- og vinnukundum, við 0,4 prosentstigum.

Rentulækkingin hjá BankNordik kemur í gildi 23. juli, og hjá Eik kemur rentulækkingin í gildi frá 9. august.

Lækkandi marknaðarrentur og marknaðarstøðan í Føroyum er orsøk til renulækkingina, siga  bankarnir.



Løgd út:
5. jul kl. 09:48
Dagførd:
5. jul kl. 09:54