09-05-2013 07:22

Serskipan kostar fimm mió. kr.

Út við 5 milliónir krónur fer tað at kosta at seta serskipan í verk í sambandi við eftirløn hjá teimum, sum hava útlendskan arbeiðsgevara.
Mynd: Savnsmynd

Nýggj serskipan fyri tey, sum hava útlendskan arbeiðsgevara, kann fara at kosta upp í fimm milliónir um árið

Lív Højsted Horsdal  /  Grækaris D. Magnussen | 4. jul kl. 14:16 | Dagf. 4. jul kl. 14:16

Føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu sleppa undan, at eftirlønin verður skattað við inngjaldi.
Serliga skipanin verður gjørd, tí fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og eftirlønaruppsparing, ikki hava fingið tillagað síni eftirlønarviðurskifti til føroysku lógarásetingina um skatting av eftirløn við inngjaldi.


TAKS hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella útlendskum pensjónsfeløgum og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í Rentutryggingarlógini.

Eftir at lógarásetingin um skatting av eftirlønum við inngjald frá 1. juli 2012 eisini fer at fevna um útlendskar eftirlønarskipanir, kundu hesir persónar komið í vanda fyri at fáa eina eyka skattarokning.
Landstýrið arbeiðir tí við eini serskipan, sum hesir kunnu velja.

Um persónar velja serskipanina, hevur tað við sær, at fyri kapitalpensjón, sum er inngoldin eftir 1. juli 2012, verður kravt eitt avgjald á 45 prosent í sambandi við útgjald. Hetta avgjaldið er hægri enn tey 40 prosentini, sum annars verða kravd, um eftirløn verður skattað við inngjaldi.



Løgd út:
4. jul kl. 14:16