Tann 3.september verður politiskur fundur í London um makrelin.
Fundurin verður millum ES, Noreg og Ísland. Tað siga Maria Danamaki, ES-nevndarlimur í fiskivinnumálum, og Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri í Noregi, í felags fráboðan, sum tær sendu út í Reykjavík í gjár.
Tað gjørdu tær eftir ein fund við íslendska fiskimálaráðharran, Steingrím J. Sigfússon. Føroyar eru ikki nevndar við einum orði í fráboðanini.
Endamálið við fundinum á ráðharrastigi í London tann 3.september, har sum Føroyar ikki vera við sambært fráboðanini hjá ES og Norra, er at loysa makreltrætuna.
