21-05-2013 05:38

Makrelurin á hægsta politiska stig

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fara at hitta hinar fiskimálaráðharrarnar á máli um makrelin, nú fundur er í Reykjavík.
Mynd: Savnsmynd

Fiskimálaráðharrarnir í londunum við Norðuratlantshav hava fund í Reykjavík

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 3. jul kl. 12:57 | Dagf. 3. jul kl. 12:57

Fyri fyrstu ferð verður fundur um makrelin á hægsta politiska stigi, nú fiskimálaráðharrarnir í londunum við Norðuratlantshav hava sín árliga fund.

Maria Damanaki, nevndarlimur í fiskiivinnumálum í ES, norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eru øll í Reykjavík, og har er sjálvandi eisini íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon.

Hittast í dag

Jacob Vestergaard sigur, at væntandi hittast tey fýra seinnapartin í dag og aftur í morgin, so hvørt sum skráin fyri ráðharrafundin loyvir tí. 

Makrelurin er annars ikki á skránni fyri fiskiráðharrafundin, men nú, tey øll eru í Reykjavík kortini, fara tey at tosa um makrel.   Embætisfólkini, sum plaga at samráðast um makrel fyri Føroyar, eru við í Reykjavík. 

Talan er um at royna at rudda politiska slóð fyri samráðingunum um makrel, sum vera í heyst millum strandarlondini.

 


Løgd út:
3. jul kl. 12:57