24-05-2013 03:25

Fyrsti arbeiðsdagur á uppsjóvarvirkinum

Nú uppsjóvarvirkið á Tvøroyri stendur liðugt, hevur tað kostað millum 150 og 200 mió. kr.
Mynd: Savnsmynd

Virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur kostað millum 150 og 200 mió. kr.

Sigmar Bláberg  /  Johnsigurd Johannesen | 2. jul kl. 08:54 | Dagf. 2. jul kl. 08:54

Uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjar virksemið í dag, eftir at avgerð varð tikin fyrst í árinum um at byggja virkið.

Seinnapartin í gjár høvdu fólk høvi at vitja á virkinum, áðrenn sjálvt virksemið byrjar í dag.

Ætlanin er at byrja varisliga, men tá alt er fingið at virka, er ætlanin at virkið skal taka ímóti 600 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið.

Virkið kostar millum 150 og 200 miljónir kr., nú tað stendur liðugt. Byggitíðin hevur verið 14 vikur. 

Eini 75 fólk fara at arbeiða á virkinum.



Løgd út:
2. jul kl. 08:54