16-05-2013 23:04

Færri føroyingar eru í fátækraváða

Hóast fólk hava lítla inntøku, nýtast tey ikki at vera fátæk, tí tey kunnu eiga pengar á bók ella eini hús, eitt nú pensjónstar, vísir lýsingin hjá Hagstovuni.
Mynd: Savnsmynd

4.000 føroyingar hava so lítla inntøku, at tey eru í fátækraváða, men tað merkir ikki, at tey eru fátæk.

Bergljót D. Hentze  /  Johnsigurd Johannesen | 2. jul kl. 16:56 | Dagf. 2. jul kl. 16:56

Fátækraváðin í Føroyum er minkaður eitt vet samanborið við í fjør.

Tað vísir ein nýggj lýsing, sum Hagstovan hevur gjørt. Samstundis eru færri fólk í fátækraváða í Føroyum enn í øðrum londum. Hjá okkum eru tað 8,5% og í hinum Norðanlondunum liggur tað millum 11 og 13%. Og tey, sum eru í fátækaváða, eru munandi minni fátøk enn í øðrum londum. 

Inntøkan hjá 4.000 føroyingum er so lítil, at tey eru í fátækraváða. Men tað merkir ikki tað sama, sum at tey eru eru fátæk. 

Føroyar hava framvegis einki fátækramark, og fátækraváði er ikki tað sama sum fátækramark. Vit hava einki alment fátækramark í Føroyum, og tað hava grannalondini hjá okkum heldur ikki.

Eiga pengar ella hús

Lýsingin hjá Hagstovuni umfatar bara inntøkuna hjá fólki. Hóast fólk hava lítla inntøku, nýtast tey ikki at vera fátæk, tí tey kunnu eiga pengar á bók ella eini hús. 
Parturin av fólkinum í fátækraváða eru tey, sum hava minni inntøku enn 60% av miðalinntøkuni í landinum.  

Stakir uppihaldarar eru í størsta fátækraváða - 53,5% fyri tey, sum hava barn millum 0-5 ár, og 30,6% fyri tey, sum hava barn  millum 6-17 ár, samanborið við 8,5% fyri alt húskið. 

Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og tey eldru, sum eru flest í fátækraváða. Hetta talið er 17,2%, men tey eru tó tættari uppi undir markinum enn øll hini í fátækraváða. 

Til ber at fáa nógv meira at vita um lýsingina á heimasíðuni hjá Hagstovuni,  hagstova.fo 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.


Løgd út:
2. jul kl. 16:56