Men í fleiri kommunum vilja ganga nógv ár aftaná 2015 áðrenn teirra ætlan er komin uppá pláss. Runavík roknar ikki við at kunna hava sína ætlan klára fyrrenn í 2030.
Men Eysturkommuna hevur nú fingið góðkent sína frárensluvatnætlan. Nú hava 21 av teimum 30 kommununum góðkenda ætlan um, hvussu sleppast skal av við skitið vatn, upplýsir Umhvørvisstovan.
Fýra ætlanir eru enn til viðgerðar. Hetta er ætlanirnar hjá Fuglafirði, Sørvági, Tórshavnar kommunu og Vága kommunu.
Klaksvík, Sandur, Sunda kommuna og Runavík hava eisini latið inn sínar ætlanir til góðkenningar, men Umhvørvisstovan kann ikki góðkenna tær.
Orsøkin er, at ætlanirnar ikki lúka treytirnar í kunngerðini, tí sambært ætlanunum vera viðurskiftini í hesum kommunum ikki komin í rætt lag fyri 1.januar 2015, sum er freistin í kunngerðini.
Kommunurnar siga, at tær megna ikki fíggjarliga at vera lidnar fyri 2015.
Sambært ætlanunum verður Sunda kommuna liðug í 2015, Klaksvíkar kommuna fyri 2020, Sands kommuna fyri 2025 og Runavíkar kommuna fyri 2030.
Ein kommuna hevur enn ikki latið sína frárenlsuvatnætlan. Tað er Skopunar kommuna, sum væntandi letur Umhvørvisstovuni ætlanina fyrst í komandi ári, skrivar Umhvørvisstovan.
