20-04-2013 23:51

Vunnu europameistaraheitið

Flagtekja var evni í hugskotinum sum vann europameistaraheitið í Slovakia ígjár.
Mynd: Savnsmynd

Næmingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, hava fyri triðju ferð vunnið hugskotskappingina: European Business Game.

Sigmar Bláberg  /  Jógvan Hugo Gardar | 30. jun kl. 11:31 | Dagf. 30. jun kl. 11:32

Tað hendi í Slovakia í gjár. Vinnandi bólkarnir úr átta londum kappaðust um europameistaraheitið, og vinnandi verkætlanin hjá føroysku næmingunum snúði seg um flagtekjur.

Tey sum vunnu eru: Árni Rúnarson, Jacoba Christensen, Hallur Egilsnes og Rasmus Holm.

Fyrstu ferð næmingar á Fiskivinnuskúlanum vunnu kappingina var í 1997, síðan í 1999 og nú aftur í 2012.


Løgd út:
30. jun kl. 11:31
Dagførd:
30. jun kl. 11:32