Vit ætlaðu annars at fáa Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann í sjónvarpsstovuna og spyrja, hvat hann heldur um, at Johan Dahl fær kostnaðarendurgjald, hóast bæði hann og familjan búgva í Havn.
Men løgmaður hevur ikki tikið av innbjóðingini. Í staðin hevur hann sent eina skrivliga fráboðan, har hann sigur seg ikki fara at viðgera bústaðarviðurskifti og kostnaðarendurgjald hjá einum einstøkum landsstýrismanni í eini beinleiðis sending. ERU viðurskifti hjá einum landsstýrismanni, sum tað eigur at vera hugt at, fer løgmaður at viðgera tað saman við landsstýrismanninum, áðrenn hann ger viðmerkingar til málið, stendur í fráboðanini.
