Krevur føroyingin dømdan fýra ára fongsul

23. juli fellur dómur í rættarmálinum móti 38 ára gamla føroyinginum, sum er ákærdur fyri kynsliga misnýtslu av børnum og at hava barnaporno í varðveitslu
Mynd: © Bárður Veihe

Dómur fellur í rættinum í Amsterdam 23. juli, har ein føroyingur er ákærdur fyri at hava misnýtt børn kynsliga

Sigrún Brend  /  Johnsigurd Johannesen | 29. jun kl. 19:00 | Dagf. 29. jun kl. 23:19

Hollendska ákæruvaldið krevur, at 38 ára gamli føroyingurin, sum er ákærdur fyri at hava misnytt børn kynsliga, og at hava barnaporno í varðveitslu, verður dømdur fýra ára fongsul.

Málið var aftur fyri í rættinum í Amsterdam í gjár, har ákærin hevði sína dómsviðgerð og legði krøvini um revsing fram. Ákærin krevur eisini, at sambúgvin hjá føroyinginum verður dømdur níggju mánaðar fongsul.

Verjin hjá føroyinginum fer at leggja síni sjónarmið fram í rættinum í næstu viku. Dómur fellur í málinum mánadagin 23. juli.



Løgd út:
29. jun kl. 19:00
Dagførd:
29. jun kl. 23:19