Útróðrarbátarnir Kallanes og Líðhamar, sum hava verið á snelluveiðu undir Íslandi, komu í nátt og í morgun á Klaksvík við fullari last, skrivar Norðlýsið.
Kallanes hevur 60.000 pund. Teir hava roynt undir Íslandi í góð fimm samdøgur.
Eyðálvur Vang, skipari á Kallanesi, sigur við blaðið, og fiskiskapurin var misjavnur. Onkran dag fingu teir 18.000 pund, og onkran annan dag 4.000 pund.
Líðhamar hevur um 100.000 pund. Túrurin vardi í níggju samdøgur, og teir fiskaðu í góð seks samdøgur.
Gadus eisini góðan túr
Flakatrolarin Gadus hevur gjørt ein góðan túr. Skipið verður á Klaksvík týsdagin við 730 tonsum í flaki. Talan er um toska- og hýsuflak, sigur reiðarin, Hanus Hansen, við Norðlýsið.
Túrurin hjá Gadusi er góður, tí skipið byrjaði fiskiskap 27. mai.
Hanus Hansen sigur við blaðið, at reiðaríið framvegis leitar eftir øðrum skipi fyri Gadus, og at eitt annað skip helst kemur í flotan seinni í ár.
