Sølan av festinum í Fámará er fyribils steðgað, tí Johan Dalsgaard, ið lá framvið at keypa festið, hevur biðið um innlit í alt málið.
Tá partur í einum máli av hesum slag biður um innlit, fær umbønin steðgandi virknað, tað vil siga avgerðin í málinum verður útsett, til parturin hevur fingið høvið til at gera seg kunnugan við øll skjøl og viðgerð av málinum.
Høvdu ikki hægsta boð
Í gjár kom fram, at Johan Dalsgaard og koman Rakul ikki áttu hægsta boðið upp á nógv umtalaða festið í Fámará, har tey bæði hava búleikast í tvey ár. Málið hevur fingið sera nógva umtalu í almenna rúminum, bæði í fjølmiðlum, á alnetinum og millum manna.
Tey vóru 5.000 krónur og stutt til at hava hægsta boð upp á festið. Hægsta boðið var 520.000 krónur. Boðið hjá Johan Dalsgaard og konuni Rakul var 515.275 krónur
