85 prosent av kundunum í tryggingarfelagnum Lív hava longu lagt sínar lívstryggingar um frá miðalrentu til marknaðarrentu.
Hetta eru tey, sum hava teknað sínar tryggingar gjøgnum eitt av fakfeløgunum. Lív boðar í dag frá, at tey flestu fakfeløgini longu hava lagt um.
Tey, sum fyri nøkrum vikum síðani fingu bræv um møguleikan at leggja um frá miðalrentu til marknaðarrentu, eru teir umleið 1500 tryggingartakararnir hjá Lív, sum ikki hava sínar tryggingar gjøgnum fakfelag.
Tey skulu sjálvi játta umleggingina, og freistin fyri at lata svarið innaftur til tryggingarfelagið er sunnudagin 1. juli.
Lív hevur í dag sent eitt varskó út til fjølmiðlarnar, har sagt verður, at vandi er fyri at missa pening, um pensjónin ikki verður løgd um.
