Tað eru ikki bert hitastigini, sum kunnu blíva heitari enn gott er í summarfrítíðini. Í øllum førum ikki fyri teir føroyingar, ið leggja leiðina burtur í heitari lond, nú summarfrítíðin stundar til.
Telefonrokningin kann eisini blíva gløðandi, tí tað kann gerast dýrt hjá tær at brúka fartelefonina, um tú fert at ferðast uttanlands í summarfrítíðini. Dømir eru um føroyingar, ið hava fingið telefonrokningar á fleiri túsund krónur á ferðini uttanlands.
Tá tú ferðast uttanlands brúkar tín fartelefon netið hjá einum útlendskum veitara og kostar hetta úr 20 krónum upp í 150 krónur fyri hvørt megabyte. Tískil kunnu nakrar vitjanir á Facebook og internetinum við fartelefonini skjótt kosta tær nógvan pening.
6 góð ráð: Soleiðis sleppir tú undan stórari telefonrokning uttanlands
1. Keyp útlendskt talutíðarkort
Hetta er mest einfaldi og besti mátin, um tú vilt sleppa undan eini ovurhondsstórari telefonrokning, tá tú fert uttanlands í summar. Við einum talutíðarkorti, sum er keypt í landinum har tú ferðast, ella keypt í Føroyum áðrenn fráferð - alt eftir hvønn veitara tú hevur - so slepst undan høgum uttanlandsgjaldi fyri dátunýtslu.
2. Sløkk Data Roaming (sí útgreinaða vegleiðing niðast í greinini)
Tær nýggjaru fartelefonirnar brúka sonevnt Data Roaming, sum loyvir forritum á fartelefonini at brúka netið, sum tú ert á uttanlands. Um tú ikki keypir tær eitt útlendskt talutíðarkort, sløkk so roaming, so fartelefonin ikki heintar dáta sjálv.
3. Brúka ikki GPS á fartelefonini
Hóast tað kann vera hent at brúka innbygdan GPS á fartelefonini, tá tú ert uttanlands, kann hetta ikki viðmælast. GPS-kortini kunnu skjótt brúka nógv megabyte av dáta og gerast tær kostnaðarmikil.
4. Víðaristilla fartelefonina
Tað kostar eisini pening hjá tær bert at svara telefonini uttanlands. Um tað ikki er lívsneyðugt, kanst tú til dømis víðaristilla allar samrøður til onkran í Føroyum, eitt nú familjuna ella arbeiðsplássið. Tú kanst sjálvandi ringja við fartelefonini.
5. Send heldur SMS
Hóast tað kostar meira enn vanligt, um tú sendir SMS tá tú ert uttanlands, er hetta kortini ein møguleiki, um tú vilt geva ljóð frá tær og fortelja fólki heima, hvussu tú og familjan hava tað á ferðini.
6. Brúka tráðleyst netsamband
Um tú ikki klárar teg uttan at fara á netið við fartelefonini, kanst tú brúka fartelefonina á tráðleysum neti. Til dømis hava flestu hotellini tráðleys net, sum ikki neyðturviliga kosta nógv at brúka. Nøkur summarhús hava eisini tráðleyst net.
Soleiðis sløkkir tú Data Roaming
iPhone
1. Vel “Indstillinger”
2. Vel “Generelt”
3. Vel “Netværk”
4. Set “Data Roaming” til 0
Android
1. Vel “Indstillinger”
2. Vel “Databrug”
3. Vel “Mobildata”
4. Sløkk “Mobildata”
Windows Phone
1. Vel “Indstillinger”
2. Vel “Mobildata”
3. Sløkk “Mobildata”