Tann, sum hevur hægsta boð upp á festið í Fámará í Vágs kommunu, er biðin um at søkja Búnaðarstovuna um festið.
Tað upplýsir Jens Andrias Vinther, advokatur, sum lýsti Fámará til sølu fyri Búnaðarstovuna.
Fimm tilboð komu, og hægsta boðið er 520.000 kr. Tann, sum hevur hetta boðið, kann nú søkja um at fáa festið.
Tá Búnaðarstovan hevur fingið umsóknina, ger hon uppskot um festibræv, sum Búnaðargrunnurin skal góðkenna. Tá Búnaðargrunnurin hevur góðkent festibrævið verður tað tinglýst, og tá hevur Fámará fingið nýggjan festara.
Festið í Fámará hevur ikki havt festara í nógv ár, men bara uppsitara, sum ansaði eftir bygningum og øðrum, sum hoyrir til festið. Nú verður festið selt tí, sum hevur hægsta boð, so Fámará kemur inn í festiskipanina, sum kom í 2007.
Festarin skal hava í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði í landbúnaði, umframt í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella góðkent kvøldskúlaskeið í landbúnaði. Festarin skal hava fastan bústað í Suðuroynni, men festaranum nýtist ikki at búgva í Fámará.
