Lutakastið um hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í evropeisku kappingunum hevur verið í dag. Meistararnir, B36, skulu til Norðurírland at spæla ímóti Linfield FC. B36 heimasíðan skrivar, at hetta helst var tað tórførasta mótstøðuliðið sum teir kundu fáa.
EB/Streymur skal langa leið. Teir spæla móti FC Gandzasar úr Armenia.
Víkingur spælur móti FC Gommel úr Hvítarusslandi og NSÍ skal spæla móti FC Differdage 03 úr Luksemburg.
