Føroyingar fáa lýsingarbløð sum ongantíð áður
Føroysku húsarhaldini fáa fleiri lýsingarbløð sendandi enn nakrantíð. Í 2011 fekk hvørt húskið í miðal 10 lýsingarbløð hvørja viku
Mynd:
© Kringvarp Føroya
Síðani 2006 er talið á lýsingarbløðum til føroysku húsarhaldini fýrafaldað. Í 2011 vóru útvið 10 milliónir lýsingarbløð borin húsarhaldum í Føroyum
Bjarni Mohr |
24. jun kl. 09:39 |
Dagf. 24. jun kl. 11:20
Hevur tú eina kenslu av, at tú fært alsamt fleiri og fleiri lýsingarbløð gjøgnum brævsprekkuna ella niður í postkassan, so ert tú ikki heilt av leið. Hagtøl vísa, at ongantíð áður hava føroyingar fingið so nógv lýsingarbløð inn gjøgnum dyrnar sum nú.
Bert seinastu fimm árini er talið nærum fýrafaldað. Í 2006 fingu føroysku húsarhaldini 2.633.000 lýsingarbløð sendandi. Í 2011 nærkaðist talið tíggju milliónum, tá 9.703.000 lýsingarbløð vóru send húskjum í Føroyum.
Í miðal fekk hvørt húsarhald í Føroyum fleiri enn 10 lýsingarbløð - heilt neyvt 10,7 - sendandi hvørja viku í 2011. Tað vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya og Posta, sum kringvarp.fo hevur samanborið.
Løgd út:
24. jun kl. 09:39 Dagførd:
24. jun kl. 11:20