19-05-2013 09:48

Línuskip kunnu ikki selja makrelloyvi

Váðasteinur er eitt av línuskipunum. Sambært aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum ber ikki til hjá línuskipunum at selja makrelloyvi sínámillum.
Mynd: Savnsmynd

Línuskipini hava fingið 5.000 tons av makreli í ár, men tey kunnu ikki fiska hann sjálvi, tí línuskip fiska botnfisk

Jan Lamhauge  /  Johnsigurd Johannesen | 22. jun kl. 15:50 | Dagf. 22. jun kl. 15:50

Spurningurin er tí, hvussu línuskipini kunnu nýta makrelin, tey hava fingið tillutaðan. Ber til at selja hann til onnur at fiska?


- Nei, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Bert tey sjey nótaskiåini kunnu selja makrelloyvi sínámillum. Ongin annar.

Sí innslag í Degi og Viku.


Løgd út:
22. jun kl. 15:50