Kvinnan, sum var ákærd fyri at burturflyta sín egna son úr Danmark til Føroya, hóast pápin hevur einsamallur foreldramyndugleikan, er frídømd fyri burturflyting.
Men hon er dømd fyri at hava forðað soninum í at fáa samband við pápan í nakrar mánaðir.
Engin revsing er ásett í dóminum, tí á rættarfundinum fyri einari viku síðani, var semja um at gera eina persónkanning, áðrenn revsingin verður ásett.
Verjin hjá kvinnuni bað um persónkanningina.