Býráðið í Klaksvík samtykti í gjárkvøldið, at nýggjur skúli skal byggjast fyri tann gamla og slitna skúlan á Ziskatrøð.
Ætlanin er, at forprojektið til nýggja skúlan kann verða gjørt næsta ár, og at arbeiðið kann byrja í 2014, tá peningur verður játtaður til byggingina.
Spurningurin, um tað í framtíðini skulu verða ein ella tveir skúlar í Klaksvík, hevur verið nógv umrøddur. Men fyrst í hesum árinum gjørdi býráðið eina samtykt um, at tveir skúlar við tveimum sporum skulu vera í Klaksvík.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at kortini er ætlanin, at nýggi Ósáskúlin, sum var endaliga liðugur í fjør, og ein nýggjur skúli á Ziskatrøð, skulu samstarva á økjum, har tað ber til at samstarva.
Tveir ymiskir prísir hava verið nevndir fyri nýggja skúlan á Ziskatrøð. Tað veldst um, hvussu nógv samstarv verður millum skúlarnar báðar. Tann bíligara útgávan kostar 68 milliónir, og tann dýrara kostar 105 milliónir krónur.
