Reyði Krossur Føroya savnar inn til flóttafólk
Reyði Krossur í Føroyum savnar nú pening til flóttafólkini í Sýrialandi, har harðir bardagar eru millum andstøðuna og stjórnarherin.
Mynd:
Savnsmynd
Peningurin verður fyrst og fremst nýttur at býta mat út til flóttafólk í Sýrialandi
Óluvá Zachariassen / Johnsigurd Johannesen |
15. jun kl. 16:17 |
Dagf. 15. jun kl. 16:55
Reyði Krossur í Føroyum fer nú at savna pengar inn til flóttafólk í Sýrialandi.
Bardagarnir millum stjórnarherin og andstøðuherin í landinum hava fingið fleiri túsund fólk at flýggja heimanífrá. Altjóða Reyði krossur er á staðnum og samstarvar við sýriska Reyða Hálvmána.
Hoyr samrøðu við Siri H. Tórgarð, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, í útvarpstíðindunum.

Løgd út:
15. jun kl. 16:17 Dagførd:
15. jun kl. 16:55