Umhvørvi: Neyðugt at gera íløgur fyri milliardir
Bogi Hansen sigur, at politikararnir hugsa bert um eitt valskeið í senn, og tí hevur veðurlagspolitikkurin ikki so stóran áhuga.
Mynd:
Savnsmynd
Bogi Hansen, granskari, var gestur í morgunsendingini í útvarpinum
Øssur Egholm / Johnsigurd Johannesen |
14. jun kl. 11:24 |
Dagf. 14. jun kl. 11:24
Í ár eru liðin 20 ár, síðani ST-ráðstevna um umhvørvi og burðardygga mening var í Rio de Janeiro í Brasilia.
Bogi Hansen, granskari, heldur, at lítið er komið burturúr, eisini hjá okkum. Í Føroyum skulu gerast milliarda-íløgur í aðrar orkukeldur, sum loysa seg í longdini. Men politikararnir hugsa bert um eitt valskeið í senn.
Bogi Hansen var gestur hjá Øssuri Egholm í morgunsendingini í útvarpinum í morgun.

Løgd út:
14. jun kl. 11:24