17-05-2013 18:22

Neistin kærir ikki Brauer-málið

Úrskurðurin í málinum um neistaleikaran, Barbaru Brauer, er endaligur
Mynd: © Bjarki Thomsen

Nú er greitt, at úrskurðurin hjá aganevndini í Hondbóltssambandinum er endaligur

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 14. jun kl. 10:11 | Dagf. 14. jun kl. 10:12

Úrskurðurin hjá aganevndini hjá Hondbóltssambandinum í Brauer-málinum er endaligur.

Freistin at kæra úrskurðin er farin, og Hondbóltssambandið hevur onga kæru fingið.

Stjørnan, sum fekk 3.000 kr. í bót frá Aganevndini, góðtók úrskurðin alt fyri eitt. Men í Neistanum ivaðust tey, um revsingin var nóg hørð. Nevndin í Neistanum viðgjørdi málið mánakvøldið. Har varð avgjørt ikki at kæra.

Stjørnan fekk bót fyri rópini hjá viðhaldsfólki felagsins eftir Barbaru Brauer í Neistanum í dysti í Klaksvik tann 13.mars. 




Løgd út:
14. jun kl. 10:11
Dagførd:
14. jun kl. 10:12