15-05-2013 05:07

Birkilund skal byggjast av nýggjum

Dagstovnurn við Hoyvíksvegin í Havn verður tikin niður og bygdur uppaftur av nýggjum
Mynd: Savnsmynd

Stovnurin er so illa farin, at tað loysir seg betur at taka hann niður og byggja av nýggum

Johnsigurd Johannesen | 14. jun kl. 12:02 | Dagf. 14. jun kl. 12:02

Dagstovnurin Birkilund í Havn verður tikin niður og síðani bygdur uppaftur.


Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at mæla býráðnum til at taka bygningin við Hoyvíksvegin niður.

Stovnurin er so illa farin, at tað loysir seg betur at gera hann heilt av nýggjum, enn at fara undir umvælingar.

Tórshavnar kommuna, sum hevur yvirtikið Birkilund frá einum sjálvsognarstovni, hevur kannað bygningin. Tað vísir seg, at tað fer at kosta 22 milliónir krónur at umvæla, meðan ein nýbygging verður mett at fara upp um 30 milliónir kr.

Fyrimunur at byggja nýtt

Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, sigur, at fyrimunur við at byggja nýtt, er eisini, at kommunan fær ein dagstovn, sum lýkur øll dagsins krrav, ta veri seg við tilfari, innrætting til pedagogisku krøvini, hitaverki og luftskifti.

Birkilund varð bygdur tíðliga í áttatiárunum, og har ganga 100 børn. 

Mentamálanevndin mælir býráðnum til at seta bygginevnd at fyrireika byggingina, sum eftir ætlan kann fremjast næsta ár og í 2014. Fleiri børn verða ikki tikin inn á stovnin hesa tíðina, og tey, sum eru har nú, fara at halda til í øðrum hølum efftir summarfrítíðina.


Løgd út:
14. jun kl. 12:02