O.C. Joensen á Oyri hevur søkt um MSC-góðkenning fyri skeljaveiðuna.
Tað er íslendska fyritøkan, Vottunarstovan Tun, sum skal meta, um skeljafiskiskapurin kemur undir burðardygga veiðu, sigur felagið í tíðindaskrivi. Tun hevur valt fýra fólk at taka sær av málinum, og teirra millum er Kjartan Hoydal úr Føroyum.
Íslendska felagið væntar at vera liðugt við sína meting í februar næsta ár.
Onnur fiskasløg eisini góðkennast
Upplýst verður í tíðindaskrivinum frá Tun, at fiskiskapurin eftir sild, sum felagið Nótaskip søkti um, longu er góðkendur.
Fiskiskapurin eftir toski og hýsu í Barentshavinum, verður viðgjørdur í løtuni, eftir at trolarin gadus søkti um góðkenning. Og samstundis søkti JFK-trol um góðkenning fyri fiskiskapin eftir upsa undir Føroyum.
Tavan í Lorvík hevur biðið MSC góðkenna fiskiskapin eftir gulllaksi undir Føroyum. Og tað er fyrsta og einasta umsóknin um gulllaks, sum er við í arbeiðinum hjá MSC, verður upplýst í tíðindaskrivinum.
