Sambúgvin hjá føroyinginum á ákærubeinkinum
Sambúgvin hjá føroyinginum, sum er ákærdur fyri barnaporno, er fyri í rættinum í Amsterdam í dag.
Mynd:
© Bárður Veihe
1200 myndir av børnum eru millum prógvini í stóra málinum um barnaporno, sum verður viðgjørt í rættinum í Amsterdam
Sigrún Brend / Óluvá Zachariassen |
13. jun kl. 13:26 |
Dagf. 15. jun kl. 11:37
Einar 1200 myndir av børnum eru millum prógvini í rættarsalinum í Amsterdam í stóra málinum um barnaporno, har ein føroyingur eisini er ákærdur.
Á ákærubonkinum í dag situr sambúgvin hjá 38 ára gamla føroyinginum, sum er ákærdur fyri barnaporno.
Føroyingurin, sum er ákærdur fyri neyðtøku av einum pinkubarni og at liggja inni við og útbreiða barnaporno í Niðurlondumi, hevur játtað seg sekan í neyðtøkuni.
Hann var í rættinum í gjár og skal aftur avhoyrast í morgin.
Hoyr Sigrúna Brend úr Amsterdam.
Løgd út:
13. jun kl. 13:26 Dagførd:
15. jun kl. 11:37