16-04-2013 08:35

Tey flestu kæra um Almannastovuna

Nógv verður kært um Almannastovuna, men fýra av tíggju fáa ikki viðhald.
Mynd: Savnsmynd

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum avgreiddi 167 mál í fjør. Av teimum átti Almannastovan 140

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 11. jun kl. 11:45 | Dagf. 11. jun kl. 11:45

Fýra av tíggju, sum klaga um Almannastovuna, fáa ikki viðhald. 

59% av avgerðunum hjá Almannastovuni, sum Kærunevndin avgreiddi í fjør, vórðu staðfestar. Bara átta prosent vórðu broytt, 13 prosent fekk Almannastovan aftur til nýggja viðgerð.

Men fimta hvør kæra um Almannastovuna fall burtur, tí Almannastovan í sambandi við kæruviðgerðina endurskoðaði málið og kom til annað úrslit enn tað, sum varð kært.

Kærustovnurin fekk færri kærur í fjør enn árini frammanundan. 326 kærur komu í fjør. Í miðal komu 400 kærur um árið árini 2008, 2009 og 2010.

Kærustovnurin fevnir um sjey kærunevndir og skuldarumskipanarnevndina.  

Kærunevndin í Almanna- og heilsumálum fær flestar kærurnar .Onnur hvør kæra, sum kemur, er til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sambært ársfrágreiðingini hjá Kærustovninum. Í fjør fekk Kærunevndin í almanna- og heilsumálum 165 kærur. Flestu kærurnar eru um avgerðir eftir forsorgarlógini. Næst flestu kærurnar eru um fyritíðarpensjón. 

Kærunevndin  í almanna- og heilsumálum hevði 12 fundir í fjør og avgreiddi 167 mál. Almannastovan átti nógv tey flestu, 140. 





Løgd út:
11. jun kl. 11:45