18-05-2013 15:01

Kærustovnurin: TAKS eigur at strika skuld

Kærustovnurin heldur, at TAKS eigur at sleppa at gera rentufríar gjaldavtalur av skuld upp til 50.000 kr.
Mynd: Savnsmynd

Skipanin um skuldarumskipan er tung og stirvin, tá talan er um litla skuld, sigur Kærustovnurin

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 11. jun kl. 08:59 | Dagf. 11. jun kl. 08:59

TAKS eigur at sleppa at strika skuld, sum ikki er so stór, og gera rentufríar gjaldsavtalur av skuld upp til 50.000 kr.

Tað heldur Kærustovnurin, sum enn eina ferð í ársfrágreiðingini fyri 2011 ger vart við, at mannagongdin, sum er neyðug fyri at fylgja ásettu lógarkrøvunum um skuldarumskipan, er tung og virkar nakað stirvin, tá talan er um lítla skuld.

Kærustovnurin umsitur eisini nevndina, sum viðger umsóknir um at umskipa almenna skuld. Nevndin fekk 19 umsóknir í fjør. Tað er tað minsta síðani 2005. 

Drúgv viðgerð

Skuldarumskipanarnevndin avgreiddi 18 mál í fjør og strikaði góðar 2,4 mió. kr. í skuld til tað almenna. Men viðgerðartíðin er drúgv. Miðalviðgerðartíðin var átta og hálvan mánað í fjør. Serliga verður bíðað leingi eftir svari frá kommununum, miðaltíðin er hálvur fimti mánaður.

Ummælistíðin hjá TAKS var í miðal ein mánaður í fjør, men Studni svarar skjótt, har er miðal viðgerðartíð fýra dagar. Men viðhvørt verður eisini bíðað leingi eftir upplýsingum frá umsøkjaranum sjálvum, sigur Kærustovnurin.   

19 umsóknir

Av teimum 19 umsóknunum, sum komu í fjør, vóru níggju um skattaskuld, fýra um rentur, fýra um ymiska skuld, ein um meirvirðisgjald og ein um lestrarskuld. 

Har sum Skuldarumskipanarnevndin ikki hevur strikað skuld, hevur talan í nógvum førum verið um mál, har skuldin er lítil samanborin við ogn og inntøku hjá umsøkjaranum, ella hevur umsøkjarin frívirði í fastari ogn. Í nøkrum førum hevur Taks trygt veð fyri skuldini.





 


Løgd út:
11. jun kl. 08:59