17-05-2013 17:21

Danmark og Føroyar ósamd um at friða hval

Ósemja hevur tikið seg upp millum Danmark øðrumegin og Føroyar og Grønland hinumegin upp undir ársfundin hjá IWC í næsta mánaði.
Mynd: © Greenpeace

Føroyar hava mótmælt hjá danska uttanríkisráðharranum, at Danmark fer at atkvøða fyri einum uppskoti um at friða stórhval í Suðuratlantshavi

Ingi Samuelsen  /  Johnsigurd Johannesen | 11. jun kl. 14:35 | Dagf. 11. jun kl. 14:36

Føroyar eru ikki samdar við donsku stjórnina í einum máli, har Danmark ætlar at atkvøða fyri einum uppskoti um at friða ein part av Suðuratlantshavi fyri hvalaveiði.

Fríggjadagin sendi Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, eitt bræv til Villy Søvndal, uttanríkisráharra Danmarkar, har heitt verður á uttanríkisráðharran um at broyta støðu í einum máli, sum kemur til viðgerðar í hvalaveiðinevndini.

Talan er um eitt mál at friða eitt øki í Suðuratlantshavi fyri hvalaveiði. Føroyski hugburðurin til hetta málið hevur verið, at tað er púra óneyðugt at gera eitt sokallað hvalareservat í hesum øki, tí ongin vinnulig hvalaveiða er í økinum. Talan er tí bara um signalpolitikk, sum ikki hevur nakað hald í veruleikanum.

Føroyski óttin er, at tað ikki eigur at bera til at friða, uttan at hetta er grundað á vísindaligt skjalatilfar.

Danir hálsa um

Danska sendinevndin í IWC hevur fyrr verið ímóti hesum uppskoti, men ætlar nú at atkvøða fyri.

Í skrivinum til Villy Søvndal fríggjadagin vísir løgmaður á, at hóast Føroyar ikki hava og neyvan fara at hava nakran áhuga fyri at reka vinnuliga hvalaveiði í Suðuratlantshavi, so byggir føroyska mótstøðan á týdningarmikil prinsipp fyri okkum sum fiskivinnutjóð, tí uppskotið leggur upp til eina friðing í allar ævir, eisini um hvalaveiða einaferð kann rekast á burðardyggan hátt.

Prinsipiella føroyska mótstøðan er sostatt óttin fyri, at hesin hugburður kann førkast yvir á fiskivinnuna.

Í samráð

Í morgin er danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, boðsendur í samráð í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum at tosa um júst donsku tilmælini til fundin í altjóða hvalaveiðinevndini.

Í brævinum til Villy Søvndal skrivar Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, at hann vónar, at uttanríkisráðharrin vil brúka fundin til at staðfesta, at danska sendinevndin tekur støðu í samsvari við føroysku og grønlendsku ynskini, og tekur støðu ímóti uppskotinum. 

Fundurin í aljtóða hvalaveiðunevndini verður í Panama býi frá 2. til 6. juli. Føroyar senda eingi umboð á fundin. 









Løgd út:
11. jun kl. 14:35
Dagførd:
11. jun kl. 14:36