18-05-2013 14:02

200 færri fólk seinasta árið

Fólkatalið minkar støðugt. Stóra fráflytingin hevur neiliga ávirkan á burðartalið, tí serliga ungar kvinnur flyta av landinum.
Mynd: Savnsmynd

1. apríl búðu 197 færri fólk í Føroyum enn somu tíð í fjør. Burðaravlopið hevur ongantíð verið so lítið sum nú, og fleiri flyta av landinum

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 11. jun kl. 16:40 | Dagf. 11. jun kl. 16:41

Skeiva gongdin í fólkatalinum í Føroyum heldur fram og versnar.

Hagstovan kunnger í dag, at 1.apríl búðu 48.339 fólk í Føroyum, 197 færri enn 1.apríl í fjør. Orsøkin er tann sama sum fyrr, fleiri flyta úr Føroyum enn til Føroya. 
407 fleiri fluttu av landinum enn til Føroya hetta árið. 

Burðaravlopið er tó heldur einki at reypa av. Tað var 210. 

573 børn vórðu fødd og 363 fólk doyðu. Burðaravlopið hevur ongantíð verið so lítið, sigur Hagstovan.  Í Sandoynni minkaði fólkatalið 2,5 prosent frá 1.apríl í fjør til 1.apríl í ár. Tað er størsta lutfalsliga minkingin. Bara í Vágum og Norðoyggjum heldur fólkatalið tørn ella veksur eitt lítið vet.

Hagstovan sigur, at fráflytingin hevur neiliga ávirkan á burðartalið, tí serliga ungar kvinnur flyta av landinum. 

Tá hetta heldur fram í fleiri ár, fer gongdin inn í eina ringrás. Færri kvinnur í bestu burðarføra aldrinum merkja sjálvandi færri børn, sum aftur ger, at færri og færri 
kvinnur í burðarførum aldri vera í Føroyum.


Løgd út:
11. jun kl. 16:40
Dagførd:
11. jun kl. 16:41