Fólkavøkstur er umráðandi fyri øll samfeløg
Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, mælir til at tað verða fleiri føroyskari útbúgvingar í Føroyum
Vár Berghamar Jacobsen |
8. jun kl. 10:58 |
Dagf. 8. jun kl. 12:53
Á Norðuratlantsbryggjuni hugleiðir Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, um fráflyting og væntandi tilflyting. Høgni sigur, at fólkavøkstur er umráðandi fyri eitthvørt samfelag. Til tess at varðveita ungdómin í landinum, mælir Høgni Reistrup til, at tað verða fleiri føroyskar útbúgvingar í Føroyum.
Umframt prát, hoyra vit eisini Høgna Reistrup syngja sangirnar "Umleið aftaná" og "Reykjavík" av síni triðju útgávu. Høgni arbeiðir í løtuni við síni fjórðu fløguútgávu, sum fer at snúgva seg um fráflyting og væntandi tilflyting.
Høvundur:
Vár Berghamar Jacobsen