04-05-2013 17:07

Pál luttekur eisini í OL-stafettini

Mynd: © Svimjing.com

Altjóða svimjisambandið hevur boðað danska svimjisambandinum frá, at teirra 4x200 frí stafett fyri menn kann luttaka í OL í London

Leivur Frederiksen | 6. jun kl. 16:05 | Dagf. 6. jun kl. 16:07

Stafett-luttøkan bleiv meira ella minni tryggjað fyri góðari tíð síðan, tá Pál Joensen við fram úr svimjing var við til at tryggja dønum eina tíð niðan fyri 7.15.66. Tíðin bleiv 7.15.38. Tó hevur luttøkan verið í vanda, tí danska OL-liðið hevur bíðað eftir, um nakað annað land fór taka seg fram um teir. Men so bleiv ikki, Danmark er millum tey sekstan londini, sum luttaka í OL-stafettini, og tað merkir, at Pál Joensen eisini verður við har.



Løgd út:
6. jun kl. 16:05
Dagførd:
6. jun kl. 16:07