23-05-2013 09:23

Ikki neyðugt at bjóða vindorku út

Tað fer at kosta milliardir at nøkta eltørvin í framtíðini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Mynd: Savnsmynd

Løgtingið tók undir við uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at strika regluna um útbjóðing

Sigmar Bláberg  /  Johnsigurd Johannesen | 1. jun kl. 15:38 | Dagf. 1. jun kl. 15:39

Tað fer at kosta millardir av krónum at útbyggja elveitingarkervið, so eltørvurin í samfelagnum verður nøktaður í framtíðini.


Tí skal ein arbeiðsbólkur fáa greiði á, hvussu útbyggingin skal skipast, og hvussu eigaraviðurskiftini skulu vera í framtíðini.

Fyrsta stigið varð tikið í gjár, tá løgtingið samtykti broytingar í elveitingarlógini, so tað ikki longur verður neyðugt at bjóða vindorkuna út, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.


Løgd út:
1. jun kl. 15:38
Dagførd:
1. jun kl. 15:39