Flogbóltslandsliðið góða byrjan í Luksemburg

Flogbóltslandsliðið avmyndað í Luksemburg
Mynd: © fbf.fo

Føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum vann í kvøld 3-0 á Írlandi í fyrsta EM-undankappingardystinum. Settini endaðu 25-20, 25-20 og 25-23

Leivur Frederiksen | 1. jun kl. 19:12 | Dagf. 1. jun kl. 20:29

Tað sást í byrjanini av dystinum, at hetta er fyrsti veruligi dysturin, sum liðið spælir. Byrjanin var stirvin við nógvu føroyskum mistøkum, sum høvdu við sær, at Írland eitt skiftið var á odda 14-10. Men so fótaðu okkara sær og vendu gongdini. Løtu seinni høvdu teir vunnið fyrsta sett 25-21.

Gongdin í øðrum setti var tann sama sum í fyrsta setti, men hesaferð fótaðu føroyingar sær tó fyrr.. Teir fóru frá írum og vunnu annað sett 25-20. Triðja sett var javnari og meira spennandi. Írar vistu, at teir máttu vinna settið fyri at halda lív í vónini um sigur. Men okkara kláraðu at halda írar aftanfyri seg og vinna 25-23.

Samanumtikið var sigurin uppiborin. Føroyska liðið var javnt betri enn tað írska, og hevði tí fleiri streingir at spæla uppá. Álopið riggaði til tíðir heilt væl, og tað gjørdi verjan eisini. Bæði blokadan og verjan aftan fyri blokaduna. Menn stríddust eisini væl, og tí vóru teir øgiliga fegnir, tá sigurin var komin til høldar.

Teir, sum byrjaðu dystin í dag vóru Gunnar Justinussen og Bjarni Larsen á kantunum, Suni Juul Pedersen og Trygvi Hansen á miðjuni, Thorvald Danielsen sum hevari og Jón Joensen á diagonalinum og Jóhan Petur á Stongum sum libero. Fróði Bærensen og Jón Syderbø komu inn sum dysturin leið.

Fyri Trygva Hansen og Fróða Bærendsen var dagurin serligur, tí hetta var fyrsti A-landsdystur hjá teimum báðum.

Føroyska landsliðið skal spæla tveir EM-dystir í morgin. Klokkan 11.00 føroyska tíð møta vit vertstjóðini, Luksemburg, sum av nógvum verður mett at verða sterkasta tjóðin í hesi kappingini.

Klokkan 17.00 í morgin spæla Føroyar og Norðurírland





Løgd út:
1. jun kl. 19:12
Dagførd:
1. jun kl. 20:29