Byrjanaruppstillingin hjá U-21landsliðnum er klár

Mynd: © Hans Erik Danielsen

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava kunngjørt, hvørjir ellivu byrja inni í EM-undankappinardystinum móti Makedonia í kvøld

Leivur Frederiksen | 1. jun kl. 13:05 | Dagf. 1. jun kl. 16:14

Kl. 19.00 í kvøld spæla Føroyar og Makedonia EM-undankappingardyst. Hesir ellivu byrja inni fyri Føroyar:

Málverji:Kristian Joensen  

Verja: Rene S. Joensen, Rógvi Holm, Erling Jacobsen og Viljormur Davidsen.  

Miðvøllur: Karl Løkin, Hallur Hansson og Róaldur Jakobsen, framman fyri teir tríggjar eru Gilli Sørensen og Klæmint A. Olsen. 

Álop: Jóan Símun Edmundsson.


Seinast hesi bæði lið møttust, var í november mánað í fjør. Ta ferðina vunnu makedonar tepurt, úrslitið gjørdist 1-0 til Makedonia.




Løgd út:
1. jun kl. 13:05
Dagførd:
1. jun kl. 16:14