23-05-2013 13:30
Tú ert her: 1-1 móti Makedonia

1-1 móti Makedonia

Mynd: Savnsmynd

Føroyska U-21 landsliðið leikti javnt móti Makedonia í kvøld. Føroyar høvdu ein gyltan møguleika at vinna dystin stutt fyri leiklok

Leivur Frederiksen | 1. jun kl. 21:00 | Dagf. 1. jun kl. 21:00

Føroyar komu á odda tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Ein makedonskur verjuleikari leggur bóltin aftur til málverjan, men brádliga glíður málverjin, og so fer bólturin trillandi í málið.


Makedonia royndi eftir málið at leggja trýst á føroysku verjuna, uttan at tað eydnaðist so væl. Men tá minni enn eitt korter er eftir javnar Makedonia. Nestorovski javnaði við góðum langskoti.

Stutt fyri at vanliga leiktíðin var farin, fingu Føroyar ein gyltan málmøguleika. Hallur Hansson bleiv spældur púra fríur, men tíverri eydnaðist tað ikki, makedonski málverjin bjargaði.

Útvarpið tosaði eftir dystin við annan av venjarunum, Heðin Askham. Hann var sera væl nøgdur við føroyska avrikið: "Vit hava eitt gott lið, og eg eri sera væl nøgdur við tað teir vístu í dag. Eg ivist ikki í, at fleiri av hesum leikarunum skjótt fara at gera seg galdandi á A-landsliðnum, segði Heðin Askham".

Týsdagin spæla Føroyar aftur, tá er mótstøðuliðið Serbia.


Løgd út:
1. jun kl. 21:00