12-05-2013 20:46

Nú kemur nýggi Liverpool venjarin

Mynd: Savnsmynd

Liverpool FC skal rinda Swansea sjey milliónir pund fyri venjaran, Brendan Rodgers, og tríggjar aðrar venjarar, sum fylgja við honum til Liverpool

Leivur Frederiksen | 31. mai kl. 15:25 | Dagf. 31. mai kl. 15:26

Alt bendir nú á, at nýggi Liverpool-venjarin eitur Brendan Rodgers. Allir fjølmiðlar, sum eru tætt at reyða Liverpool-felagnum skriva, at sáttmáli verður undirskrivaður um fáar tímar. Sosatt verður tað ein bretsk loysn fyri eina bretska loysn. Brendan Rogers, sum er norðuríri, avloysir skotan, Kenny Dalglish, sum her fyri bleiv sagdur úr starvinum.


Brendan Rodgers er bara 39 ára gamal. Hann hevur verið venjari í fremstu røð síðan 2008. Fyrst í Watford, síðan Reading, og síðan 2010 hevur hann staðið á odda fyri Swansea City, sum endaði á ellinta plássi í Premier League hetta kappingarárið. 
Enskir miðlar lýsa Brendan Rodgers, sum ein venjara, sum leggur dent á tekniskan fótbólt. 


Liverpool venjarar síðan 1985:

1985 - 1991: Kenny Dalglish

1991 - 1994: Graeme Souness

1994 - 1998: Roy Evans

1998 - 2004: Gerard Houllier

2004 - 2010: Rafael Benitez

2010 - 2011: Roy Hodgson

2012 - 2012: Kenny Dalglish


Løgd út:
31. mai kl. 15:25
Dagførd:
31. mai kl. 15:26