17-05-2013 04:58

Marknagilsdepilin higartil kostað 42 mió. kr.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal um skúladepilin í Marknagili.
Mynd: Savnsmynd

Peningurin er nýttur til projektering og útbjóðingartilfar

Anna V Ellingsgaard  /  Johnsigurd Johannesen | 31. mai kl. 13:08 | Dagf. 31. mai kl. 13:09

Higartil eru 42 milliónir krónur brúktar upp á Marknagilsdepilin.

Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

Í fyrispurningi vildi Høgni Hoydal vita, hvussu nógvur peningur higartil er brúktur í sambandi við Marknagilsdepilin, og hvussu stórur partur av peninginum er goldin til føroyskar fyritøkur.

Sambært landsstýrismanninum í mentamálum eru higartil brúktar umleið 42 milliónir kr. til projektering og útbjóðingartilfar. 

Av hesum eru slakar 38 milliónir fasti prísurin, sum varð avtalaður við heildarráðgevan, Bjarke Ingels Group Aps, fyri projekt, útbjóðingartilfar og projektuppfylging.

Landsstýrismaðurin veit tó ikki at siga, hvussu stórur partur av hesi upphæddini verður avroknaður við tær fimm føroysku fyritøkurnar, sum eru við í ráðgevaratoyminum.


Verklagslógin fyri Marknagil, sum er frá 2008, ásetir, at skúladepilin kann kosta í mesta lagi 391 milliónir kr. Harafturat skulu brúkast 60 milliónir til innbúgv og aðra útgerð, ella tilsamans 451 milliónir kr.



Løgd út:
31. mai kl. 13:08
Dagførd:
31. mai kl. 13:09