Tíðarinnar bakspegil: 1977, fyrri partur

Mynd: Savnsmynd

Vinnararnir av arkitektakappingin um Norðurlandahús í Føroyum eru funnir, og Sumbiar Dansifelag fær Europaheiðursløn

Gunnar Nolsøe | 30. mai kl. 06:03 | Dagf. 30. mai kl. 06:03

1977 er eisini árið sjónleikarbólkurin Gríma verður stovnaður, Pat Boone hevur tvær konsertir í Føroyum, Elvis Presley doyr, húðabáturin St. Brendan kemur til USA, fiskimarkið verður flutt út á 200 fjórðingar, og Føroyar gera fiskiveiðusáttmála við Sovjetsamveldið. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Alexander Isjkov, Trónd Paturson, Lenu Johannesen, Gullberg Gullfoss, Onnu Berg, Jóhannes Olsen, Albert Isfeld, Mortan Nolsøe, Gøsta Berg, Heinrich Töpfe, Eyðun Johannesen, og Pat Boone.

Høvundur:
Gunnar Nolsøe
Løgd út:
30. mai kl. 06:03