Sasa Kolman skal venja FC Suðuroy
Nevndin í FC Suðuroy hevur gjørt avtalu við slovenska verjuleikaran, Sasa Kolman, at hann gerst venjara hjá fyrsta liði hjá felagnum
Leivur Frederiksen |
30. mai kl. 10:18 |
Dagf. 30. mai kl. 10:18
Sasa Kolman hevur spælt í verjuni hjá FC Suðuroy hetta kappingarárið, og nú verður hann spælandi venjari. Sa?a hevur tikið
venjaraútbúgving í heimlandi sínum. Tórður W. Holm verður hjálparvenjari. FC Suðuroy skrivar á heimasíðuni, at avtalan við Sasa Kolman er galdandi fyri hetta kappingarárið

Løgd út:
30. mai kl. 10:18