21-05-2013 04:11

EM í flogbólti í Luksemburg

Jóhan Petur á Stongum, sum spælir fyri Aalborg Volley, er ein teirra, sum skal umboða føroyska flogbóltslandsliðið í Luksemburg
Mynd: Savnsmynd

Í farnu viku royndu kvinnurnar seg í EM-undankapping í Luksemburg, nú eiga menninir tørn. Føroyar skulu spæla fýra EM-undankappingardystir

Leivur Frederiksen | 30. mai kl. 10:32 | Dagf. 30. mai kl. 10:32

Í dag fer føroyska manslandsliðið til Luksemburg, har teir luttaka í EM-undankapping, sum verður í døgunum 1.juni til 3.juni. Føroyar eru í bólki við Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi og Luksemburg.

Hópurin:
Rasmus Mortensen Potts, TB
Fróði Bærentsen, TB
Ólavur Jensen, SÍ
Jón Joensen, SÍ
Bogi Midjord, Fleyr
Suni Juul Pedersen, Fleyr
Bjarni Larsen, ÍF
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Jón Syderbø, Mjølnir
Trygvi Hansen, Mjølnir
Jóhan Petur á Stongum, Aalborg Volley
Gunnar Olsen Jørgensen, Aalborg Volley

Venjari hjá føroyska liðnum er Romica Øster. Suni Hansen er hjálparvenjari,
Føroyar skulu spæla fýra dystir. Tann fyrsti verður fríggjadagin móti Írlandi. Leygardagin eru tveir dystir á skránni, tá spæla Føroyar ímóti Luksemburg og Norðurírlandi. Sunnudagin verður spælt móti Skotlandi






Løgd út:
30. mai kl. 10:32