20-05-2013 02:29

Flogbóltskvinnurnar taptu fyri Íslandi

Mynd: © fbf.fo

Tað gekk av skriðuni móti Íslandi. Tapið hevur við sær, at Føroyar ikki komu víðari úr hesum EM-undanumfarinum.

Leivur Frederiksen | 27. mai kl. 23:31 | Dagf. 27. mai kl. 23:31

Eftir framúr sigurin á Luksemborg fríggjakvøldið, vóru vónirnar at spæla seg víðari í kappingini sera góðar.
Hóast greiða tapið fyri sterka liðinum hjá San Marino leygardagin, so var avgjørt ætlanin at vinna á Íslandi í dag og koma víðari í kappingini. 

Ísland hevði leygardagin tapt 0-3 fyri Luksemborg.
 
Men mongum brestur ætlan!  

Tað má ásannast, eftir at tað gekk av skriðuni móti Íslandi, sum vann ein lættan 3-0 sigur, har snøgt sagt einki riggaði hjá Føroyum. Tað var bert í triðja setti, at Ísland fekk eitt lítið sindur av mótstøðu, men frá 20-19 reyk Ísland frá aftur og vann 25-21. Tey bæði fyrru settini hevði Ísland vunnið 25-19 og 25-14.

Endin var, at San Marino fór víðari við fullum stigatali. Luksemburg fekk hitt plássið, hóast tær, líka sum Føroyar og Ísland, bara fingu tvey stig. Luksemburg vann fleiri sett enn Føroyar og Ísland.


Løgd út:
27. mai kl. 23:31