06-05-2013 05:00

Vilja ikki steðga sølu av fiskiloyvum

Samgongan í vinnunevndini mælir frá at samtykkja uppskotið frá andstøðuflokkunum um at steðga allari sølu av fiskiloyvum fyribils.
Mynd: Savnsmynd

Samgonguflokkarnir í vinnunevndini siga, at uppskotið frá andstøðuni skaðar møguleikan at fáa fígging í framtíðini

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Johnsigurd Johannesen | 25. mai kl. 16:30 | Dagf. 25. mai kl. 16:30

Andstøðan fær ikki undirtøku frá samgonguni fyri uppskotinum um at steðga allari sølu av fiskiloyvum, eitt sonevnt "time-out", meðan verandi fiskivinnulóggáva verður endurskoðað.

Tað er greitt, nú lógaruppskotið frá øllum andstøðuflokkunum er komið aftur úr vinnunevndini.

Meirilutin, umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

- Uppskotið er ikki til gagns fyri okkara fiskivinnu, og uppskotið kann hava við sær, at peningastovnarnir fara at endurskoða síni lán í verandi skipum, umframt at tað fer at skaða møguleikarnar at fáa rakstrar- og íløgufígging í framtíðini, siga samgonguumboðini í sínum meirilutaáliti.

Samgonguumboðini siga eisini, at vinnan fer at skaða verandi eigarar og framtíðar fiskivinnu í Føroyum. Og harafturat vísa samgonguumboðini á, at landsstýrið arbeiðir við at broyta verandi fiskivinnulóggávu. 



Løgd út:
25. mai kl. 16:30