21-05-2013 16:08

Luksemburg - Føroyar klokkan 19.30

Mynd: © fbf.fo

Í kvøld spæla Føroyar fyrsta dystin í EM-undankappingini í Luksemburg. Dysturin er móti vertstjóðini

Leivur Frederiksen | 25. mai kl. 13:11 | Dagf. 25. mai kl. 13:13

Føroyska liðið hevði sína fyrstu venjing í gjárkvøldið, ikki meira enn eitt korter eftir, at bussurin hevði koyrt tær frá flogvøllinum til d'Coque, har allir dystirnir skulu spælast.


Føroysku kvinnurnar fara seinnapartin at hava eina taktiska venjing, har seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar undan dystinum í kvøld.

Dysturin millum Luksemburg og Føroyar byrjar klokkan 19.30, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn.

Tær ið manna føroyska liðið eru:

Gentofte:

Karina Poulsdóttir Debes, Gentofte

Brøndby

Sólva Heidi Dimon, Brøndby

Karin Mikkelsen

ÍF
Helen á Lakjuni

Fleyr
Guðrið Syderbø
Hjørdis Johannesen
Rakul Dalsgaard-Jakobsen

Mjølnir
Eina Stephania Kalsø
Jastrið Sivertsen
Margit Gaard Joensen
Sofia Purkhús
Urd Tórmodsdóttir Traðará



Løgd út:
25. mai kl. 13:11
Dagførd:
25. mai kl. 13:13