21-05-2013 16:46

Heðin L. Olsen nýtt føroyskt met í Debrecen

Mynd: © svimjing.com

Heðin L. Olsen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana. Pál Joensen átti gamla metið.

Leivur Frederiksen | 24. mai kl. 21:11 | Dagf. 24. mai kl. 21:39

Heðin L. Olsen úr Ægir setti í áðni nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana við tíðini 53.37. Pál Joensen átti gamla føroyska metið frá 2009, ið var 53.55. Heðin átti sjálvur juniormetið frá EJM í fjør, har hann svam 53. 98. Heðin hevur sostatt betrað metið hjá Páli við 18/100 sek og 61/100 sek av juniormetinum - meira enn eitt hálvt sekund.

Á heimasíðuni www.svimjing.com ber til at lesa meira um EM-kappingina í Debrecen




Løgd út:
24. mai kl. 21:11
Dagførd:
24. mai kl. 21:39