Alt ov nógvur svartkalvi verður fiskaður. Men londini kunnu ikki semjast um at fiska minni.
Eingin niðurstøða varð gjørd á fundinum í Nuuk í síðstu viku um svartkalva. Roynt verður aftur í Keypmannahavn hálvan juni.
Føroyar, Ísland og Grønland hava tikið samráðingarnar um fiskiskapin eftir svartkalva uppaftur. Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er felags stovnur.
Hóast ICES seinastu árini hevur mælt til, at fiskiskapurin ikki fer upp um 5.000 tons, hevur heildarveiðan ligið millum 20.000 og 30.000 tons.
Nú royna londini so at semjast um, hvussu fiskiskapurin skal skipast sambært stovnsmetingunum, og heildarkvotan býtast millum londini.
