16-05-2013 22:55

FC Suðuroy skal hava nýggjan venjara

Mynd: Savnsmynd

Nevndin í FC Suðuroy og Pól F. Joensen, sum hevur verið venjari hjá besta liðnum, eru komin ásamt um at enda samstarvið frá í dag at rokna

Leivur Frederiksen | 22. mai kl. 14:29 | Dagf. 22. mai kl. 14:35

Tað hevur ikki gingið væl hjá FC Suðuroy í hesum kappingarárinum og nú fær tað avleiðingar. Felagið hevur gjørt av, at ein nýggjur maður skal standa á odda fyri Effo-liðnum.

Pól F. Joensen bleiv settur í venjarastarvið í fjør, og tað gekk bara væl. Liðið flutti upp í bestu deildina við heili 70 stigum.

Men í ár hevur ikki gingið væl. FC Suðuroy hevur bara skotið eitt mál í níggju dystum og hevur bara fingið 2 av 29 møguligum stigum.

Tó hevur FC Suðuroy framvegis møguleika at spæla seg í finaluna um Løgmanssteypið. FC Suðuroy tapti fyrru hálvfinaluna 0-1 á útivølli fyri Víkingi. Seinna hálvfinalan verður í morgin.






Løgd út:
22. mai kl. 14:29
Dagførd:
22. mai kl. 14:35