Dokumentarurin: »Í læru til lívið«

Dokumentarurin »Í læru til lívið« varpar í tveimum pørtum ljós á gerandisdagin hjá ungum, menningartarnaðum á Rásini í Runavík
Mynd: © Kringvarp Føroya

Seinni partur av tveimum, sum varpar ljós á lívið hjá búfólkunum á Rásini í Runavík, har tey skulu læra at klára seg í samfelagnum

Netvarp | 22. mai kl. 11:02 | Dagf. 22. mai kl. 11:04

Í trý ár hava nøkur ung menningartarnað búð á Rásini í Runavík, har tey skuldu læra at klára seg í samfelagnum. Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar.

Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. 
Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra.

Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen 

Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. Hentze


Høvundur:
Netvarp
Løgd út:
22. mai kl. 11:02
Dagførd:
22. mai kl. 11:04