16-05-2013 15:08

Nice Jazzfestivalur 2012

Ibrahim Maalouf
Mynd: Savnsmynd

Í sendingini verður tónleikur spældur av skránni

Leivur Thomsen | 16. mai kl. 16:17 | Dagf. 16. mai kl. 16:25

Hetta er ein jazzfestivalur, sum verður hildin í døgunum 8. til 12. juli. Hesin festivalurin varð stovnaður í 1948, og nøvn sum Dizzy Gillespie, Stephane Grappelli, Django Reinhardt, Charles Mingus, Lionel Hampton og fleiri hava framført har gjøgnum tíðina. Tað, sum eyðkennir festivalskránna í dag, er at tónleikurin ikki er so nógv main stream jazzur - men heldur ein blanding av ymsum - sum vit t.d. kenna tað frá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivali. Og tað er ikki óvanligt, at nøvn úr t.d. miðeystri, Asia og Afrika verða umboðað. Vilt tú vita meiri um hendan jazzfestivalin, kanst tú fara inn á heimasíðuna www.nicejazzfestival.fr

11. juli stendur - ella situr - Ahmad Jamal á palli á Nice Jazzfestivali. Ahmad Jamal er amerikanskur pianistur, føddur í 1930. Hann byrjaði at spæla í bebop tíðini, tá ið alt skuldi vera so skjótt og virtuost - men Jamal tók tað djarva valið at fara hinvegin, í tann minimalistiska cool jazzin. Har kom hann í samband við Miles Davis í 50?unum, og Davis virdi hann nógv fyri hansara oyra fyri pausum í tónleikinum. Jamal kallar sjálvur hetta fyri "disciplin", og sambært honum ber ikki til at forsera tingini í nøkrum viðurskiftum í lívinum - uttan at missa hjartað og sálina. Og tónleikur er onki undantak. Áhugaverdir tankar. Vit skulu hoyra eitt lag av nýggju úttgávuni hjá Ahmad Jamal, sum nevniost Blue Moon. Her hevur hann fingið Reginald Veal at spæla bass saman við sær, Herlin Riley á trummur og Manolo Badrena á slagverk.

1. Woody'n You - Ahmad Jamal - Blue Moon 2012

Mikudagin 11. juli stendur Ron Carter á palli. Hann er amerikanskur bassistur,  75 ára gamal í dag, og mettur at vera ein jazzlegenda. Hann hevur spælt við Bill Evans, Cannonball Adderley, Miles Davis, McCoy Tyner og nógvum øðrum. Og so hevur hann ávirkað eitt heilt ættarlið av bassistum við sínum eyðkenda spælistíli. Hann hevur her valt formatið klaver, bass og guitar. Hetta er ein klassisk instrumentering, sum er kend frá t.d. Nat King Cole og Oscar Petersson. Tónleikararnir, hann fer at spæla saman við, eru Mulgrew Miller á klaver og Russell Malone á guitara. Men tað er tó ikki hendan samanseting, vit skulu hoyra í sendingini - tað verður av útgávuni Dear Miles frá 2007, ein fagnaðarútgáva til Miles Davis við Stephen Scott á klaver, Peyton Crossley trummur og Roger Squitero slagverk. Tað verður eitt lag, sum Ron Carter sjálvur hevur skrivað

2. Cut and Paste - Ron Carter - Dear Miles 2007

12. juli stendur ein duo frá Mali í Afrika á palli í Nice. Tey eru hjún og bæði tvey blind. Tey eru kend sum the blind couple from Mali. Tey bæði hittust í einum blindainstitutti í Afrika einaferð í 70unum og funnu so har útav, at tey høvdu tónleikin sum felags áhugamál. Tey giftust í 1980 og fóru at framføra saman í 83. Fyrsta útgávan kom í 1998, og útgávan Folila frá í ár er teirra sjeynda í røðini. Lagið, vit skulu hoyra, nevnist Dogou Badia, og tað er featuring Santigold, sum er ein amerikansk sangarinna.

3. Dogou Badia (feat. santigold) - Amadou & Mariam - Folila 2012

8. juli stendur Dee Dee Bridgewater á palli í Nice. Hon er amerikansk jazzsangarinna, vunnið 3 grammies og tilnevnd einar 7 ferðir. Hon hevur mestsum spesialiserað seg í gera fagnaðarútgávur til kendar tónleikarar, so sum Ella Fitzgerald, Horace Silver og tónaskaldið Kurt Weill. To Billie With Love From Dee dee Bridgewater er heitið á einari útgávu frá 2010. Hetta er, sum navnið sigur, somuleiðis ein tribute ella fagnaðarútgáva til Billie Holiday. Vit hoyra eitt lag av hesari útgávuni, og hóskandi verður tað Lady Sings the Blues. Annars kann eg laggja afturat, at Dee Dee Bridgewater kemur langt út um pallkantin í sínum konsertum. So sjálv framførslan er eitt konsertatgongumerki verd.

4. Lady Sings The Blues - Dee Dee Bridgewater - To Billie with Love 2010

Mánadagin 9. juli er ein norrmaður á skránni, sum eitur Jarle Bernhoft. Hann er føddur Littedal í Norra í 1976. Hansara framførsla er serlig á tann hátt, at hann er einsamallur á palli - hann syngur, spælir guitara og rhodesklaver, umframt at hann brúkar loops við rútmum - altso at hann syngur og spælir strofur inn í eina sonevnda loop maskinu, sum hann so spælir av aftur live í konsertini. Hetta er ein maskina, sum upptekur strofur á nøkur sekund og spælir tær av aftur endurtakandi. Vit skulu hoyra eitt dømi hetta av útgávuni Solidarity Breaks frá í fjør. Hetta er í stíli yvir í 70ara soul og funk - og annars multitasking í hægri potensi.

5. C'mon Talk - Bernhoft - Solidarity Breaks 2011

Hósdagin 12. juli stendur Robert Randolph á palli í Nice Jazzfestival. Han er amerikanskur steel guitaristur, ávirkaður bluesuta vegin av Stevie Ray Vaughan. Hann varð í tíðarritinum Rolling Stone Magazine kosin at vera millum 100 bestu guitarleikarar í heiminum, hetta var í 2003. Hann feri við sínu bólki, The Family Band, at framføra tónleik, sum er ávrikaður av 70?ara funki so sum Earth Wind and Fira og Sly and the Family Stone. Og allarhelst verður tað eisini við einum dismi av gospel, tí  Robert Randolph lærdi seg at spæla steel guitara í afro-amerikonskum kirkjuligum umhvørvi í USA. Har verður hesin steel guitarin róptur the sacred steel og er ein partur av tí siðvenjuni. Sum ískoyti kann eg nevna, at rútmuguitaristurin Joey Williams úr bólkinum Blind Boys of Alabama spælir við í bólkinum. Latum okkum hoyra eitt lag frá tí sienastu útgávuni, sum er ein live upptøka frá einari turné, sum bólkurin gjørdi í USA í 2010. Hetta er ein gamal sangur, sum Blind Willie Johnson sang í 1927.

6. If I Had My Way - Robert Randolph Family Band - Live In Concert 2011

12. juli stendur Sharon Jones á palli. Hon er soul-funk sangarinna úr býnum Atlanta í USA. Hon verður stundum rópt hin kvinnuliga James Brown. Men heimurin kendi hana ikki áðrenn 2002, tá ið hon 46 ára gomul gav sína fyrstu útgávu út. Áðrenn hetta hevði hon starvast sum vaktarkvinna og fangavørður í einum fongsli. Men hon hevur megnað at skapað sær eina sterka rødd innan soul og funk tey 10 árini, hon hevur verið frammi. Her hoyra vit hana saman við bólkinum the Dap Kings framføra motown-kenda lagið Genuine. Eitt groove, sum vil nakað.

7. Genuine Part 1 & 2 - Sharon Jones and the Dap Kings - Soul Time 2011

So fara vit til ein harra, sum eitur Ibrahim Maalouf. Hann stendura palli í Nice tann 8. juli.  Ibrahim Maalouf er trompetistur og komponistur, føddur í Beirut í Libanon í 1980. Foreldur hansara eru tónleikarar, pápin Nassim Maalouf spælir trompet, og mamman Nada Maalouf klaver. Tá Ibrahim var barn í 80unum flýddi familjan úr Libanon undan borgarakrígnum har og settist niður í Fraklandi í einum forstaði til Paris. Pápi hansara, ein virdur trompetleikari, lærdi hann her at spæla trompet, fyrst klassiskan tónleik, síðani arabiskan, sum eins og jazzur hevur improviatión sum sentralan part. Tað er soleiðis, at pápi hansara hevur ment eitt serligt slag av trompet, sum kann spæla kvarttonar - og harvið arabiskan tónleik. Ibrahim Maalouf spælir uppá ein slíka. Hendan hevur ein eykaventil, sum fær hesar kvarttónarnar fram. Annars hevur Ibrahim Maalouf spælt um alt Europa sum kklassiskur tónleikari, luttikið í ymsum kappingum og fingið fleiri virðislønir. Men hann hevur eisini sjálvur skrivað tónleik í jazz kategoriini við arabiskum ísletti. Og tað er eisini við hesum forteknum, at hann stendur á palli á Nice Jazz Festivli saman við 7 øðrum tónleikarum úr Fraklandi. Ibrahim Maalouf hevur givið 3 fløgur út, tann síðsta kom í 2011, sum ber heitið Diagnostic. Hetta er væl úr hondum greiddur tónleikur við sterkum, persónligum kenslum. Eg haldi meg hoyra eina djúpri meining við hesum kvarttónanum her. Royn sjálvur, ella sjálv, at lurta og vita, um tú heldur teg hoyra ein falskan tóna. Um so er, er hetta ein kvarttóni. Royn síðani og finn út av, hvat hesin tónin ger við teg. 

8. All the Beautiful Things - Ibrahim Maalouf - Diagnostic 2011

Mikudagin 11. juli stendur Emir Kusturica á palli í Nice. Hann er úr býnum Sarajevo. Hann er eitt sindur av einum 1000 kunstnara, hevur gjørt ymsar stuttfilmar, sum hava vunnið honum fleiri heiðursgávur, gyltar leyvur í Venezia, gylt pálmatrø í Cannes og silvur bjarnir í Berlin. Og so er hann, umframt at vera sjónleikari, eisini tónleikari. Og tónleikurin er sentralur í hansara filmum. Hann vitjar Nice Jazzfestival við einum bólki, sum nevnist No Smoking Orchestra. Og hesin tónleikurin, tey fara at framføra, er sprottin úr hesum arbeiðnum við filmi. Hetta er ein blanding av rokki, punki, fanfaru og sigoynaratónleiki. Av útgávuni frá 2003, sum ber heitið Unza Unza Time, skulu vit hoyra lagið Lubenica, sum á serbiskum mmerkir Vatnmelón.

9. Lubenica - Emir Kusturica & The No Smoking Band - Unza Unza Time 2003

Høvuðssíðan hjá sendingini finst her



Høvundur:
Leivur Thomsen
Løgd út:
16. mai kl. 16:17
Dagførd:
16. mai kl. 16:25