17-05-2013 04:54

Poula tók øll á bóli

Poula Øssursdóttir Mohr (í miðjuni) setti føroyskt met og vann gullnál á 200 metrum blandað hjá kvinnum
Mynd: © Rókur í Jákupsstovu

Poula Ø. Mohr stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá hon setti føroyskt met í 200 m blandað. Trý onnur føroysk met vórðu sett hendan fyrsta FM-dagin

Solby A. Christiansdóttir | 11. mai kl. 23:01 | Dagf. 11. mai kl. 23:10

Bestu svimjararnir í Føroyum skulu finnast hetta vikuskiftið, nú svimjihøllin í Gundadali er karmur um føroyameistarakappingina í svimjing. 14 kappingar vóru avgreiddar hendan fyrsta dagin av trimum, og úrtøkan hjá okkara frægastu svimjarum higartil er fýra føroysk met. 


Mest óvæntaða úrslitið var kanska í kappingini 200 metrar blandað hjá kvinnum. Undan kappingini var Turið S. Christiansen mett at vinna, men Poula Ø. Mohr vann kappingina sannførandi við tíðini 2.20.58. 

Tíðin hjá Poulu er nýtt føroyskt met og nóg mikið til, at hon eisini ognaði sær eina gullnál. Metið átti Elspa Mørkøre, og besta tíðin hjá Poulu á hesum teininum undan dagsins kapping var 2.24.76. Turið S. Christiansen kom næst á mál við tíðini 2.24.69. 

Kristina Elin Thomsen úr Susvim sett eisini føroyskt met, og tað var í kappingini 50 metrar firvald, meðan kvinnustafettin hjá Ægi og mansstafettin hjá Havnar Svimjifelag settu met í ávíkavist 4 x 100 metrum frí og 4 x 100 metrum blandað. 

Føroyameistarakappingin í svimjing heldur fram leygardagin og sunnudagin, og sjónvarpið sendir beinleiðis báðar dagarnar. Byrjað verður klokkan 17.


Løgd út:
11. mai kl. 23:01
Dagførd:
11. mai kl. 23:10